Innanlands

Vinnararnir av Ársins lesiátaki funnir

Dagstovnurin við besta lesiátakinum var Náttúrubarnagarðurin í Æðuvík, av fólkaskúlum vann Skúlin við Streymin, og N21X á Miðnám á Kambsdali vann Ársins lesiátak fyri miðnámsskúlar

Næmingar á Skúlanum við Streymin (Mynd. Føroyar Lesa/Facebook)

Næmingar á Skúlanum við Streymin (Mynd. Føroyar Lesa/Facebook)

2024-06-17 09:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyar Lesa hevur skipað fyri kapping um ársins lesiátak, og vinnararnir av kappingini eru nú funnir.

Inn komu stívliga 30 uppskot frá dagstovnum, skúlum, bókasøvnum og miðnámsskúlum, og tríggir vinnarar eru nú funnir, skrivar Føroyar Lesa.

Vinnandi hugskotini vinna 5.000 krónur hvør. Dómsnevndin er mannað av námsfrøðingi, bókavørði, lesivegleiðara og umboðum fyri Føroyar lesa.

Fyri dagstovnar vann Náttúrubarnagarðurin í Æðuvík.

[object Object]

– Eitt sera gjøgnumført lesiátak, har tey við íblástri frá ævintýrum hava arbeitt kreativt við lesing og hava ment eitt sera áhugavert hugskot. Við at flætta lesigleði inn í dagliga arbeiðið á náttúrubarnagarðinum hava tey snikkað saman eitt hugskot, sum inniber at lesa og spæla ævintýr, meðan tey eru í náttúruni. Eitt átak, sum hevur verið til gagns fyri aðrar borgarar og vitjandi í nærsamfelagnum.

Av fólkaskúlunum var tað Skúlin við Streymin, ið streyk avstað við heiðrinum.

[object Object]

– Átakið var eitt lesiátak, sum skúlabókasavnið tók stig til, men sum fevndi um allan skúlan. Tað, sum gjørdi lesiátakið hjá Skúlanum við Streymin serstakt, var at allur skúlin luttók við næmingum, lærararum, leiðslu, familju og nærumhvørvi annars. Sjálvt lesiátakið snúði seg um at lesa gular bøkur, og talið av síðum varð lønt við sjokolátaeggum. Eitt einfalt átak, sum kortini hevur sett lesing á breddan og hevur havt síðuvinningar við sær við tað at børn og ung hava stovnað egnar lesibólkar sum úrslit av góða lesiátakinum.

Tað var N21X á Miðnám á Kambsdali, sum vann Ársins lesiátak fyri miðnámsskúlar.

[object Object]

– Átakið var ein jólakalendari við níggju lúkum, ið svaraði til teir níggju undirvísingarblokkarnar í føroyskum í desember. Handan hvørja lúku fjaldi seg ein kapittul av Skuggamyndir eftir Ingun Christensen, sum tey skiftust um at lesa upp, ella lærarin las upp fyri næmingunum. Til sjálvan jólahugnan sluppu næmingarnir at royna seg við at spæla ymsar leiklutir úr bókini, sum hini skuldu gita. Ein kreativur og stuttligur máti at arbeiða við einum verki. Eisini er stuttligt at síggja, hvussu skúlar brúka teir møguleikar, ið eru á staðnum. Stóri og vakri jólakalendarin varð framleiddur á FabLab, sum er á skúlanum.

Dagførd kl. 12.59

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder