Farna heyst lýsti Tórshavnar Big Band við sangkapping við ynski at fáa skrivað nýtt føroyskt tilfar til orkestrið og til føroyska sangskattin. Big bandið hevur fleiri ferð fyrr arbeitt við føroyskum sangum – mest eldri kendum – við sera góðum úrsliti.
Leygarkvøldið 1. februar verða innkomnu sangirnir spældir á konsert í Norðurlandahúsinum, og her verða allir innkomnu sangirnir at hoyra. Eisini verður avdúkað, hvør sangur hevur vunnið og hvørjir eru nummar tvey og trý.
Umframt Tórshavnar Big Band, sum er sett saman av flestu av teimum bestu tónleikarum í Føroyum, verða fleiri sangarar við, sum fara at syngja sangirnar, ið eru innkomnir. Teir eru Olvheðin Jacobsen, sum lesur sang í Íslandi, Dania O. Tausen, sum veruliga hevur víst sínar sangdygdir síðstu árini, James Olsen, sum flest allir føroyingar kenna, Eyðfinn B. Lamhauge og ársins kvinnuligi sangari, Jasmin Mote.
At meta um verkini er sett ein dómsnevnd við trimum persónum. Eftir konsertina 1. februar verður so greitt, hvønn sang dómsnevndin hevur valgt sum tann besta av hesum átta, sum eru innkomnir. Nøvnini á tónaskøldunum verða kunngjørd á konsertini.
Vinnarin verður virðisløntur við 30.000 krónum, 15.000 krónur eru til nummar tvey og 5.000 krónur til nummar trý.
Konsertin í Norðurlandahúsinum er partur av Vetrarjazz Festivalinum og er almenn. Enn ber til at keypa atgongumerki umvegis heimasíðuna hjá Norðurlandahúsinum umframt í móttøkuni í Norðurlandahúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald