Innanlands

Vinnuhúsið: Betri útlit fyri altjóða búskapin

Í desember varð mett, at vøksturin í heimsbúskapinum fór at verða 4,2 prosent í ár, men nú verður mett, at vøksturin verður 5,5 prosent

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-06-14 15:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Útlitini fyri altjóða búskapin eru batnað. Nýggjasta forsøgnin hjá OECD er munandi betri enn fyri hálvum ári síðani, tá mett varð at vøksturin í heimsbúskapinum fór at verða 4,2 prosent í 2021. Nú metir OECD, at vøksturin í heimsbúskapinum fer at verða 5,5% í ár.

Hóast útlitini fyri heimsbúskapin eru vorðin bjartari, so eru vakstrarútlitini rættiliga ymisk ymsa staðni í heiminum. Vakstrarútlitini hanga neyvt saman við koppsetingarætlanunum og hvussu gott tamarhald ymsu londini hava á smittuspjaðingini, skrivar Vinnuhúsið.

Nøkur lond koma seg tí skjótari enn onnur. Eitt nú metir OECD, at USA og Suðurkorea fara at brúka hálvtannað ár til at koma upp aftur á sama inntøkustøði, fyri hvønn íbúgva, sum áðrenn fyrsta smittubylgjan breyt út í mars 2020. Tað vil siga longu í summar.

Aðrastaðni tekur tað longri tíð, og fyri stóran part av Evropa fer tað at taka trý ár. Í Meksiko og Suðurafrika kunnu trý til fimm ár ganga, frá mars 2020, til tey eru aftur har tey vóru áðrenn korona.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder