Innanlands

Vinnuhúsið: Føroyski prísvøksturin nakað minni enn í Danmark og ES

Størsta orsøkin til at vøksturin í brúkararprístalinum er minni í Føroyum enn í Danmark og hinum ES-londunum er helst ógvusligi vøksturin í gass- og elprísunum á evropeiska megin­landi­num hesar seinastu mánaðirnar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-08-22 14:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ógvusligi vøksturin í gass- og elprísunum hava størri ávirkan á gerandisdagin á evropeiska meginlandinum enn í Føroyum. Vøksturin í føroyska brúkaraprístalinum er nevniliga nakað minni enn vøksturin í Danmark og í ES-londunum annars.

Tað skrivar Vinnuhúsið.

Vøksturin í føroyska brúkaraprístalinum var 7,3% í øðrum ársfjórðingi í ár, samanborið við sama ársfjórðing í fjør. Bara einaferð hevur hann verið størri seinastu 20 árini, og tað var triðja ársfjórðing 2008, tá árligi vøksturin í brúkaraprísunum var 7,9%.

Sambært Danmarks Statistik var danska inflasjónin 9,1% í juni í ár í mun til sama mánað í fjør. Í sama tíðarskeiði var inflasjónin í teimum 27 ES-londunum – uttan Stóra­bret­land – 9,6%.

Størsta orsøkin til at vøksturin í brúkararprístalinum er minni í Føroyum enn í Danmark og hinum ES-londunum er helst ógvusligi vøksturin í gass- og elprísunum á evropeiska megin­landi­num hesar seinastu mánaðirnar. Føroysk húsarhald brúka so at siga ikki gass, og elprísirnir frá SEV hava verið óbroyttir í longri tíð, skrivar Vinnuhúsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder