Vinnuhúsið er í løtuni í gongd við eina umfatandi spurnarkanning, har fleiri enn 100 føroyskar fyritøkur verða spurdar um starvsfólkatørvin hjá privatu vinnuni í Føroyum.
Endamálið við kanningini er at fáa neyvari vitan um, hvør ítøkiligi tørvurin hjá privatu vinnuni er, skrivar Vinnuhúsið.
Í kanningini verður millum annað hugt nærri at tørvinum í teimum ymisku vinnugreinunum, og hvørt tað er brúk fyri ófaklærdum starvsfólkum, fólk við yrkisútbúgving ella starvsfólk við longri útbúgving. Eisini verður spurt nærri um, hvat slag av førleikum, sum tørvur er á.
Fyritøkurnar verða eisini bidnar um at hyggja fram í tíð og koma við sínum boðum um, hvussu tær síggja framtíðina á starvsfólkaøkinum og hvørji átøk eiga verða gjørd fyri at fáa fatur á røttu arbeiðsmegini.
Tá kanningin er liðug, fer Vinnuhúsið at almannakunngera úrslitini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald