Egyptiski vinnulívsmaðurin Mohamed Al-Fayed er deyður, 94 ára gamal.
Al-Fayed var fyrrverandi eigari av fótbóltsfelagnum Fulham, og átti m.a. eisini kenda marglætishotellið Ritz í París.
Mohamed Al-Fayed var pápi Dodi Al-Fayed, filmsframleiðara, ið var kendur sum unnustin hjá bretsku Dianu prinsessu. Dodi Al-Fayed og Diana prinsessa lótu bæði lív í eini ferðsluvanlukku í 1997.
Al-Fayed andaðist í London mikudagin 30. august av natúrligum orsøkum. Hann varð jarðaður við London Central Mosque í gjár, skriva altjóða miðlar.
Hann varð føddur í egyptiska býnum Alexandria í 1929, og byrjaði hann sína yrkisleið við at selja sodavatn. Síðani arbeiddi hann sum sølumaður, áðrenn hann byrjaði at gera íløgur innan bygging og flutning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald