Innanlands

Vinnuni tørvar javnstøðu

Leiðandi Kvinnur í Vinnu skipa í samstarv við Norðurlandahúsið fyri tiltakið í Norðurlandahúsinum á altjóða kvinnudegnum, har tað millum annað verður kjakast og spurt um, hvussu javnstøðu-landslagið í Føroyum sær út, og hvussu fáa vit fleiri kvinnur í stjóra- og nevndarsessir

Javnstøða verður vend hagfrøðiliga, kynsfrøðiliga og skemtiliga, eins og dømi verður víst um væl virkandi javnstøðu í praksis. Tiltakið endar við kjaki millum umboð fyri vinnuna og politiska myndugleikan

Javnstøða verður vend hagfrøðiliga, kynsfrøðiliga og skemtiliga, eins og dømi verður víst um væl virkandi javnstøðu í praksis. Tiltakið endar við kjaki millum umboð fyri vinnuna og politiska myndugleikan

2022-03-03 19:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvussu sær javnstøðu-landslagið í Føroyum út? Hvussu fáa vit fleiri kvinnur í stjóra- og nevndarsessir? Hvat skal ítøkiliga til fyri at fáa javnstøðu? Á altjóða kvinnudegnum, 8. mars, bjóða Leiðandi Kvinnur í Vinnu og Norðurlandahúsið til kjak um javnstøðu. 

Javnstøða verður vend hagfrøðiliga, kynsfrøðiliga og skemtiliga, eins og dømi verður víst um væl virkandi javnstøðu í praksis. Tiltakið endar við kjaki millum umboð fyri vinnuna og politiska myndugleikan.

Orðstýrari verður Óluva Zachariasen.


SKRÁ

Kl. 15.00 Leiðandi Kvinnur í Vinnu (lkv.fo) bjóða vælkomin.

15.05 Hvussu sær javnstøðu-landslagið í Føroyum út? v/ Kára Holm Johannesen, deildarleiðara, Hagstova Føroya

Kl. 15.20 Hvat skal ítøkiliga til fyri at fáa javnstøðu? v/Lív Patursson, kynfrøðingi og samskipara í javnstøðumálum

Kl. 15.35 Javnstøða í Betri v/Ingunn Eiriksdóttir, forstjóra í Betri Trygging

Kl. 15.50 STAND-UP v/ Astrið Gullborgardóttir

Kl. 16.10 Kjak: “Hvussu fáa vit fleiri kvinnur í stjóra- og nevndarsessir?”  Panel/sofaprát: Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður, Marita Rasmussen, stjóri, Niels Uni Dam, meiningarmyndari og Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri

Kl. 16.50 Vit taka samanum v/Óluvu Zachariasen

Kl. 17.00-18.00 Prát/netverkan í forhøllini. Møguligt er at keypa okkurt leskiligt.


Fyriskiparar: Leiðandi Kvinnur í Vinnu (LKV) í samstarv við Norðurlandahúsið.

Aftaná tiltakið, kl. 17.40, koyrir bussur frá Norðurlandahúsinum til kvinnudags-haldið ”Konubrot og Britubrim” í Fuglafirði. Neyðugt er at bíleggja pláss á Facebook


Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder