Innanlands

Vinnustykkini á Ovara Hjalla avhendað

48 vinnugrundstykki eru latin liðug og avhendað Tórshavnar kommunu.

(Mynd: Articon)

(Mynd: Articon)

2026-10-20 17:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Articon: Eitt umfatandi verklagsarbeiði, sum byrjaði síðst í 2023, hevur skapt karmarnar um eitt nýtt vinnuøki á umleið 130.000 fermetrar. Arbeiðið hevur fevnt um stórar nøgdir av boring og spreinging umframt lendisgerð, leiðingararbeiði og vegagerð. Verkætlanin er framd í góðum samstarvi við Tórshavnar kommunu og LBF, sum vit takka fyri gott samstarv.

Nýggja vinnuøkið fevnir um tilsamans 48 vinnugrundstykki í ymiskum støddum. Av hesum eru 25 størri grundstykki millum 2.000 og 10.000 fermetrar, meðan 23 minni grundstykki eru millum 300 og 500 fermetrar.

Ymisku støddirnar á grundstykkjunum geva bæði størri og smærri vinnufyritøkum møguleika at finna hóskandi høli og øki til virksemið.

Nærum 400.000 rúmmetrar av gróti
Verkætlanin hevur verið bæði stór og krevjandi. Frá at arbeiðið byrjaði síðst í 2023, eru beint undir 400.000 rúmmetrar boraðir og sprongdir fyri at gera lendið klárt til vinnuvirksemi.

Eitt serligt eyðkenni við verkætlanini er, at alt sprongda tilfarið er endurnýtt á staðnum. Bæði fyllitilfar og knúst tilfar, sum eru nýtt til at byggja vinnuøkið upp, koma frá spreingingunum í økinum.

Hetta hevur gjørt tað møguligt at gagnnýta tilfarið á staðnum og avmarka tørvin á at flyta tilfar til og frá arbeiðsplássinum.

Umfatandi undirstøðukervi
Umframt sjálva lendisgerðina hevur arbeiðið fevnt um eitt umfatandi leiðingarkervi, sum skal tryggja, at vinnuøkið er væl útgjørt til framtíðar virksemi.

Í sambandi við arbeiðið eru leiðingar lagdar til kloakk, regnvatn og vatn umframt útbúnaður og leiðingar til gøtuljós, SEV, NET og fjarhita.

Eisini er nógv arbeiði lagt í vegakervið. Tilsamans eru umleið 1.100 metrar av vegi gjørdir, og umleið 12.000 fermetrar eru asfaltaðir. Kreton hevur staðið fyri asfalteringini, sum fevnir um vegir, gongubreytir og parkeringsøki, og VLH hevur gjørt vegmerkingina.

Karmar um framtíðar vinnuvøkstur
Við nýggja vinnuøkinum verða góðir karmar skaptir um framtíðar vinnuvirksemi. Samansetingin av stórum og smáum grundstykkjum gevur ymiskum fyritøkum møguleika at fáa fótafesti og menna virksemið.

Verkætlanin er eitt dømi um, hvussu stór og tøkniliga krevjandi verklagsarbeiði kunnu leggja lunnar undir framtíðar menning, har gagnnýtsla av tilfari, væl skipað undirstøðukervi og góð atkomuviðurskifti ganga hond í hond.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder