Triðja árið á rað skipar Vágs Kommuna fyri vinnutiltakinum Vinnan á vitjan. Tiltakið verður í Vágs skúla fríggjadagin.
Fríggjadagin 23. februar klokkan 11 er Vágs skúli karmur um afturvendandi vinnutiltakið Vinnan á vitjan. Vinnutiltakið er ætlað næmingum í 9. og 10. flokki í fólkaskúlunum í oynni og til næmingar á Miðnámsskúlanum og Heilsuskúlanum. Í ár luttaka áleið 20 fyritøkur og stovnar úr allari oynni.
Endamálið við Vinnan á vitjan er at kunna ungdómin í oynni um fjølbroyttu arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikarnar, sum eru. Samstundis fáa fyritøkur og stovnar møguleika at vísa seg fram sum arbeiðspláss hjá komandi ættarliðnum.
Foreldur og onnur áhugaði kunnu nýta høvi at vitja Vágs skúla og koma í prát við fyritøkurnar og stovnarnar.
Vágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald