Vinstragrøna fylkingin, sum seinastu árini hevur verið stjórnarberandi flokkur í Íslandi, hevði ikki fingið nakað umboð á Altingi, um val hevði verið nú.
Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt, og sum heimasíðan hjá Ríkisútvarpinum endurgevur.
Vinstri-grøni flokkurin, sum á valinum í 2021 fekk 12,6 prosent av atkvøðunum, og skipaði stjórn saman við borgarligu flokkunum Sjálvstæðisflokkinum og Framsóknarflokkinum, sum báðir gjørdust størri, hevði einans fingið 3,3 prosent um val var nú, og røkkur harvið ikki upp um tinggáttina.
Stóri vinnarin sambært veljarakanningini stendur at vera Samfylkingin, sum er ein sosialdemokratiskur flokkur. Á valinum í 2021 fekk Samfylkingin beint undir 10 prosent av atkvøðunum – nú stendur hann til at fáa næstan 30 prosent av atkvøðunum.
Samfylkingin varð stovnað um aldarmótið, sum ein samanrenning av táverandi flokkunum Alþýðuflokkurin, kvinnulistanum, Alþýðubandalagið og Þjóðvaki.
Fyrstu árini í hesi øldini hevði flokkurin stóra undirtøku, og var stjórnarberandi í tvey valskeið við Jóhonnu Sigurðardóttir sum stjórnarleiðara.
Men síðan minkaði undirtøkan orsaka av innanhýsis ósemju, men nú tykist flokkurin vera komin fyri seg aftur og hevur somu undirtøku, sum flokkurin hevði fyri 10-15 árum síðani. Forkvinna í Samfylkingini er 36 ára gamla Kristrún Frostadóttir.
Við 29,9 prosentum sambært nýggjastu Gallup-kanningini hevði Samfylkingin verið størsti flokkur við 21 umboðum á tingi.
Síðan kemur Sjálvstæðisflokkurin við 18 prosentum og 12 tingfólkum. Triðstørstur er Miðflokkurin 13,5 prosentum og 9 tingfólkum.
Framsóknarflokkurin hevur undirtøku frá 9,1 prosentum og Píratarnir 8 prosent, og báðir 8 tingfólk. Viðreisn stendur til 7,7 og fimm tingfólk.
Sósíalistaflokkurin stendur at fáa 3,7 prosent, og hevði, eins og tey reyð-grønu, ikki fingið umboðan í altinginum.
Gallupkanningin í Íslandi er gjørd í tíðarskeiðinum millum 30. apríl og 2. juni.
Altingval skal haldast í Íslandi í seinasta lagið 25. september 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald