Uttanlands

Viral mynd lýsir dálking í Indonesia

Ein mynd av einum manni, sum koyrir burturkast í ánna, meðan eitt reingerðarfólk hyggur at, hevur vakt ans í Indonesia

Mynd: Jakarta Water

Mynd: Jakarta Water

2019-02-02 19:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein mynd av einum manni, sum tveitir burturkast beinleiðis í ánna, meðan eitt reingerðarfólk stendur og hyggur at, hevur vakt ans í Indonesia.

Sambært B.T. er hetta heldur ikki so løgið. Áirnar í Indonesiska høvuðsstaðnum, Jakarta, eru so fullar av burturkasti, at tær líkjast einum ruskplássi heldur enn áum og í Indonesia er tað nevniliga heilt vanligt, at fólk brúka áirnar sum eina aðra ruskspann.

Maðurin tveitti burturkastið í ánna 30. januar, og longu dagin aftaná var hann eyðmerktur. Maðurin fekk eina bót uppá tað, sum svarar til 190 av okkara krónum fyri at bróta lógina um burturkast.

- Hetta er eitt dømi um nakað, sum ikki eigur at henda nakrastaðni á jørðini. Ein ironisk gerð. Ein maður, sum tilvitað stoytir sítt burturkast í ánna, meðan eitt reingerðarfólk stendur og hyggur at, stóð undir myndini, sum gjørdist viral á Instagram.

Nógv fólk í Indonesia brúka enn áirnar sum ruskspann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder