Ein meiriluti í Hvalbiar kommunu atkvøddi í gjár ímóti kommunusamanlegging, meðan ein meiriluti í Tvøroyrar kommunu atkvøddi fyri. Sostatt er ikki líkt til, at kommunurnar verða lagdar saman á hesum sinni.
Talan var tó bert um eina vegleiðandi fólkaatkvøðu, og verður tað upp til kommunustýrini í teimum báðum kommununum at avgera, um tær skulu leggja saman.
Borgarstjórar í teimum báðum kommununum, Janus Thomsen og Kristin Michelsen, søgdu við Kringvarpið í gjárkvøldið, at teir virða úrslitið av fólkaatkvøðuni.
Janus Thomsen sigur, at hann persónliga fer at virða úrslitið av fólkaatkvøðuni, men tað veldst nú um, hvat bygdaráðið sigur.
Les eisini: Hvalbingar søgdu nei til samanlegging
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald