Uttanlands

Virðið á Bitcoin Suisse er nú 2,1 milliardir krónur

Íleggjarar hava sett 311 mió. krónur í fyritøkuna hjá Niklas Nikolajsen, ið er ættaður úr Føroyum

Niklas Nikolajsen er langabbasonur Kjølbro (Mynd: Dávur Winther)

Niklas Nikolajsen er langabbasonur Kjølbro (Mynd: Dávur Winther)

2020-07-25 13:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bitcoin Suisse, fyritøkan hjá Niklas Nikolajsen, hevur nú eitt virði á 2,1 mia. krónur, eftir at íleggjarar hava sett 311 mió. krónur í fyritøkuna.

Fyritøkan hevur seinastu árini havt eitt samlað yvirskot á 347 mió. krónur, og í fyrru helvt av 2020 hevði fyritøkan eisini havt eina góða menning.

Ævintýrið hjá 45 ára gamla Niklas Nikolajsen, sum er ættaður úr Føroyum, byrjaði í 2011, tá hann keypti bitcoins fyri undir 50 cent. Nøkur ár seinni var Niklas millióningur.

Í 2013 stovnaði hann Bitcoin Suisse, ein fyritøka, sum hjálpir ríkfólk við at gera íløgur í kryptovaluta. 

Niklas Nikolajsen sigur við Finans.dk, at fyritøkan, sjey ár eftir hon varð stovnað, er væl ávegis at gerast fyrsta evropeiska "Unicorn" í sínari vinnugrein.

"Unicorn", ið á føroyskum nevnist einhyrningur, er orð, sum verður brúkt at lýsa eitt nýstovnað felag, sum røkkur eitt marknaðarvirði á meira enn ein mia. dollarar.

Hvussu stórur umsetningurin hjá Bitcoin Suisse er, verður ikki avdúkað, men upplýst verður, at talan er um mia.

Dagførd 26. juli kl. 11.18

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder