Uttanlands

Virðið á evruni tað lægsta í 20 ár

Í morgun kostar ein evra 0,9890 amerikanskar dollarar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-09-05 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Virðið á evropeiska gjaldoyranum, evruni varð í morgun tað lægsta, tað hevur verið í tvey áratíggju, samanborið við amerikanska dollaran.

Hetta hendir m.a. í kjalarvørrinum á fráboðanini hjá russiska orkufelagnum Gazprom um, at tey fóru at steingja fyri gassleiðingini Nord Stream 1 í óásetta tíð.

Í summar kostaðu amerikanski dollarin og evran tað sama, men nú kostar ein evra 0,9890 dollarar, skrivar tíðindastovan Reuters sambært fleiri miðlum.

19 av 27 ES-londum brúka í dag evruna sum teirra gjaldoyra. 1. januar gerst Kroatia 20. evru-landið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder