Uttanlands

Virðið á svensku krónuni tað lægsta síðan 2009

Á middegi í dag kostaðu 100 svenskar krónur uml. 64,4 danskar krónur, og burtsæð frá mars 2009, hevur virðið ikki verið so lágt í yvir 40 ár

2023-05-25 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Virðið á svensku krónuni er í løtuni tað lægsta, tað hevur verið síðan mars 2009.

 Á middegi kostaðu 100 svenskar krónur uml. 64,4 danskar krónur, og tað er óvanliga lágt, sigur Allan Sørensen, búskaparfrøðingur hjá Dansk Industri við Ritzau.

– Svenska krónan er øgiliga veik. Tað er øgiliga óvanligt, at vit kunnu keypa 100 svenskar krónur fyri undir 65 danskar krónur. Burtsæð frá nøkrum fáum døgum í mars 2009 undir fríggjarkreppuni, hevur svenska krónan ikki verið bíligari yvir 40 ár, sigur hann.

Støðan hjá svensku krónuni er partur av orsøkini til, at inflasjónin í landinum er økt. Í apríl hækkaði svenski miðbankin eisini leiðandi rentuna í apríl við 0,5 prosentstigum afturat upp í 3,5 prosent. So høgt hevur rentustøðið ikki verið síðan 2008.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder