Uttanlands

Virðið á Tesla partabrævinum er hækkað

Nýggja framleiðslutólið hjá Telsa er orsøkin til vøksturin á partabrævamarknaðinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-09-12 12:29 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Partabrævið hjá Tesla hækkaði við meira enn 10 prosentum í gjár. Hetta gav elbilaframleiðarunum sín besta dag á partabrævamarknaðinum í longri tíð.

Sambært stórbankanum, Morgan Stanleys, er nýggja "super teldan", orsøkin til vøksturin. Talan er um eina teldu, sum kann geva Tesla stórar fyrimunir á marknaðinum.

Nýggja teldan, Dojo, er millum mest framkomnu teldur í heiminum. Málið við telduni er, at at hon skal kunna fremja teir mest tryggu og sjálvkoyrandi bilarnar í heiminum.

Grundað á nýggju telduna, hevur Morgan Stanleys, hækkað sína áskoðan av Tesla partabrævinum. Stórbankin trýr uppá, at Tesla kann leggja 500 milliardir dollarar afturat sínum marknaðarvirði.

Viðmælið frá stórbankanum er sostatt orsøkin til, at virðið er hækkað seinasta samdøgrið.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder