2024-10-09 12:25
Hósdagin 31. oktober verða virðislønirnar M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024 handaðar.
Fýra virðislønir verða handaðar. Tær eru Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir, Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir, Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik, og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs.
Handanin verður klokkan 17 í Müllers Pakkhúsi, skrivar Tórshavnar kommuna.
Skráin er:
- Tórshavnar Kamarkór syngur tveir sangir
- Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, bjóðar vælkomin
- Heðin Mortensen, borgarstjóri, handar virðislønirnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald