Innanlands

Virðislønir M. A. Jacobsens verða latnar hósdagin 20. oktober

Tiltakið byrjar klokkan 17 í Múllers Pakkhúsi. Talan er um M. A. Jacobsens virðislønir fyri fagrar bókmentir og fyri mentanaravrik, umframt Barnamentarnarheiðursløn Tórshavnar býráðs

Mynd: torshavn.fo

Mynd: torshavn.fo

2022-10-12 19:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er greitt, nær virðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri 2022 verða latnar.

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at handanin verður í Múllers Pakkhúsi 20. oktober klokkan 17.

- Byrjað verður við at kórið Silvitni syngur tveir sangir. Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, bjóðar vælkomin, og síðan handar Heðin Mortensen, borgarstjóri, virðislønirnar.

Talan er um M. A. Jacobsens virðislønir fyri fagrar bókmentir og fyri mentanaravrik, , umframt Barnamentarnarheiðursløn Tórshavnar býráðs, skrivar torshavn.fo, og lagt verður afturat, at aftaná handanina syngja Bollarnir tveir sangir, áðrenn bjóðað verður til ein drekkamunn á miðhæddini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder