Innanlands

Virðisløntur burgari í Føroyum nakrar dagar

Hámetti danski burgarakokkurin, Hungry Dane Burger, tekur yvir Streetfood Føroyar í tríggjar dagar.

(Mynd: Hungry Dane)

(Mynd: Hungry Dane)

2026-08-18 09:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Komandi dagarnar verður møguleiki at meta um danir duga betur at gera burgarar enn føroyingar.

Í dag, mikudagin og hósdagin verður ikki møguleika at fáa vælumtókta ræstkjøtaburgaran í Streetfood Føroyar-burgaravogninum hjá Ruben Busk. Vognurin verður hesar dagarnar yvirtikin av Hungry Dane Burgers, ið eiga heiðurin at gera besta burgara í Danmark. Hesin burgarin, kallaður Royal Dane, varð í 2020 kosin hin mest innovativi burgarin í Danmark.

Nú kann Royal Dane í nakrar dagar fáast í Føroyum. Seinnapartin í dag við sandin í Syðrugøtu, í morgin við Miðlon í Havn og hósdagin við FK í Klaksvík. Meðan Hungry Dane hevur yvirtikið Streetfood Føroyar, er ikki møguligt at keypa væl umtókta ræstkjøtaburgaran, upplýsir Ruben Busk.

Seinni í ár verður Hungry Dane ein av trimum luttakarum úr Danmark, sum skulu kappast um norðurlandameistaraskapin í burgarum í Göteborg, og seinni skal innihavarin av Hungry Dane, Peter Kolos, til Lyon í Fraklandi og vera við í kappinginu um at gera heimsins besta burgara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder