2022-08-25 18:44
Virgar Enghamar er settur sum hotelleiðari á Hotel Brandan.
Virgar er fyrsti tænarin, ið varð útlærdur hjá Smyril Line samtakinum. Hetta var í 1998 á Hotel Føroyum í Havn.
Síðani tá hevur hann áhaldandi arbeitt sum høvuðstænari í hotel-og matstovuvinnuni bæði í Danmark og í Føroyum. Seinastu 17 árini hevur hann verið í starvi sum stjóri í Bowlinghøllini í Havn.
Tað er annars Rógvi Mikkelsen sum hevur verið hotelleiðari á Hotel Brandan, sum læt upp á sumri 2020. Hann skifti herfyri starv og stjórnar nú Hotel Hilton Garden Inn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald