Innanlands

Virkandi borgarstjórin við áheitan til Strandferðsluna um at skipa samferðsluna betri

Kunning um broytingar skulu koma í góðari tíð, og arbeiðið skal verða lagt betur til rættis, vísir Atli Justinussen á í lesarabrævi í dag, sum serliga snýr seg um samferðsluna í Kalsoynna og Svínoynna

Sam var til kassing í mai og í juni og tískil røkti Erla Kongsdóttir leiðina um Kalsoyarfjørð (Mynd: Sverri Egholm)

Sam var til kassing í mai og í juni og tískil røkti Erla Kongsdóttir leiðina um Kalsoyarfjørð (Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-22 17:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Tað burdi ikki verið neyðugt at fortalt fólki, hvørs dagliga yrki er í Suðuroynni, at skipini eru lívsæðrin hjá teimum sum búgva á útoyggj.

Virkandi borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu er ikki nøgdur. Atli Justinussen hevur í vikuni verið úti við rívuni eftir Landsverk, tí ferðsluviðurskiftini í tunnlunum Norður um Fjall als ikki eru nøktandi, serliga orsakað av bíðitíðini við ferðsluljósinum. Í lesarabrævi í dag kemur árnfirðingurin við atfinningum mótvegis Strandferðsluni við serligum atliti at samferðsluni í Kalsoynna og Svínoynna, sum seinastu tíðina hevur verið ávirkað av broytingum. Millum annað hevur Erla Kongsdóttir røkt siglinga í Kalsoynna fyri Sam, og hetta hevði við sær, at bilar so at siga ikki sluppu til oynna í eina tíð.

Les eisini: 
Henda skipanin er óúthaldilig
Ljósskipanin tænir ikki borgarunum

Kunning um brotyingar skulu koma í góðari tíð, og arbeiðið skal verða lagt betur til rættis -  bæði tá ið skip verða tikin úr sigling og tá ið smærri tillagingar eru. Hetta vísir Atli Justinussen á í dag. 

- Arbeiðið má verða meiri langsiktað. Tað kann ikki koma óvart á leiðsluna í SSL, hvørja ferð eitt skip skal til klassing. Tað eru heilt greiðar reglur um slíkt, so tað vita tit fleiri ár framm í tíðina.

[object Object]
Ritan (Mynd: Pól Sundskarð)

Maðurin, ið varð valdur inn við flest atkvøðum á fólkaflokslistanum í fjør, skrivar eisini, at tað kann ikki vera soleiðis, at fólk á útoyggj fáa trupulleikar, hvørjaferð onkur broyting er - kunningin kann ikki koma, so stutt frammanundan at broytingarnar verða settar í verk, sigur hann.

Tið síðst í lesarabrævinum kemur Atli Justinussen. við áheitan á landsins mynduleikar um at koma við einari útmelding um, hvørjar framtíðarætlanir eru um ferðasambandið út til Svínoynna og Kalsoynna, tí bæði Ritan og Sam eru gomul skip, frá ávíkavist 1971 og 1975, og Og tey blíva bara dýrari at reka fyri hvønn túr.

[object Object]
Atli Justinussen heldur als ikki at tað er nøktandi, at kunning kemur so seint um broytingar á leiðunum til útoyggjarnar (Mynd: Sverri Egholm)

Lesara brævið í fullum líki: 

Áheitan á SSL um samferðsluna í Kalsoynna og Svínoynna

Eg fari við hesum at heita á Strandfaraskip Landsins, um at skipa samferðsluna betur, tá ið skip fara til umvæling og tá ið aðrar broytingar eru á leiðunum.

Tit mugu kunna um broytingarnar í góðari tíð, soleiðis at fólk á útoyggj, ikki hava trupulleikar, hvørja ferð onkur broyting er. Kunningin kann ikki koma, so stutt frammanundan at broytingarnar verða settar í verk.

Arbeiðið má verða lagt betur til rættis, bæði tá ið skip verða tikin úr sigling og tá ið smærri tillagingar eru.

Arbeiðið má verða meiri langsiktað. Tað kann ikki koma óvart á leiðsluna í SSL, hvørja ferð eitt skip skal til klassing. Tað eru heilt greiðar reglur um slíkt, so tað vita tit fleiri ár framm í tíðina.

Tað burdi ikki verið neyðugt at fortalt fólki, hvørs dagliga yrki er í Suðuroynni, at skipini eru lívsæðrin hjá teimum sum búgva á útoyggji.

Eg fari eisini at heita SSL um at seta kunningarskermar upp við fergulegurnar, soleiðis at fastbúgvandi - og ferðafólk verða kunnaði um galdandi ferðaætlan og um eventuellar broytingar.

Eisini ein áheitan á landsins mynduleikar um at koma við einari útmelding um, hvørjar framtíðarætlanir eru um ferðasambandið út til oyggjarnar. Bæði Ritan og Sam eru gomul skip, frá ávíkavist 1971 og 1975. Og tey blíva bara dýrari at reka fyri hvønn túr.

Tí fari eg at heita á mynduleikarnar um at fyrireika undirsjóvartunnlar nú.

Atli S. Justinussen, virkandi borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder