Innanlands

Virkið Heyst verður í Klaksvík í næstu viku

Talan er um samstarv millum Klaksvíkar kommunu og ABC fyri sálarheilsu, og skipa áhugafeløg, einstaklingar og fyritøkur fyri tiltøkum. Byrjað verður formliga við ruddingardegi leygardagin

Klaksvíkar kommuna er samstarvspartur hjá ABC fyri sálarheilsu, og tí er eitt av endamálunum við Virkið Vár og Virkið Heyst at varpa ljós á burðardygg tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi

Klaksvíkar kommuna er samstarvspartur hjá ABC fyri sálarheilsu, og tí er eitt av endamálunum við Virkið Vár og Virkið Heyst at varpa ljós á burðardygg tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi

2024-09-18 09:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Virkið Heyst verður í døgunum 23. - 29. sep. Tá verður býurin karmur um størri og smærri tiltøk, sum seta sjóneyku á mentan, umhvørvið, og kropsliga & sálarliga heilsu.

- Seinastu árini hevur kommunan samstarva væl við áhugafeløg, einstaklingar og fyritøkur, tá ið skipað hevur verið fyri Virkið Vár og Virkið Heyst. Bæði tá ið talan hevur verið um afturvendandi tiltøk, men eisini tá ið nýggj hugskot hava verið ment, skrivar Klaksvíkar kommuna

Klaksvíkar kommuna er samstarvspartur hjá ABC fyri sálarheilsu, og tí er eitt av endamálunum við Virkið Vár og Virkið Heyst at varpa ljós á burðardygg tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi.

Áhugafeløg, einstaklingar og fyritøkur eru við at standa fyri Virkið Heyst, og miðað verður eftir at hava ymiskt til allar aldursbólkar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder