Valúrslit.fo: Tað er ein virkin politikari, sum nú fer í farloyvi úr Løgtinginum. Hanna Jensen boðaði í farnu viku frá, at hon fer í farloyvi.
49 ára gamla Hanna Jensen hevur stillað upp til løgtingsval sjey ferðir. Fyrstu ferð var í 2002. Hanna Jensen stillaði fyrstu tríggjar ferðirnar upp fyri Fólkaflokkin, í 2002, 2004 og 2008. Saman við øðrum var hon við til at stovna nýggja flokkin, Framsókn í 2011.
Síðani tá hevur hon umboðað Framsókn. Besta persónliga løgtingsvalið fekk hon í 2011, tá ið hon fekk 210 persónligar atkvøður
Hon er einaferð vald á Føroya løgting, tað var í 2015. Í 2019 var hon eitt skifti landsstýriskvinna í skúlamálum
Hanna Jensen hevur eisini fleiri ferðir stillað upp til fólkatingsval og kommunuval. Hon hevur stillað upp fimm ferðir til fólkatingsval og kommunuval. Síðani 2008 hevur hon verið býráðslimur í Eysturkommunu.
Hanna Jensen er rektari á Miðnámi á Kambsdali og hevur útbúgving innan føroyskt og franskt mál og bókmentir.
Tað verður Árni Matras Dam, sum fer at røkja tingsessin hjá Honnu komandi tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald