Innanlands

Virkin Vágur byrjar í dag

Hetta er fimtu ferð, at skipað verður fyri hesum heilsuátakinum

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2025-02-01 12:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, 1. februar er heilsuátakið hjá Vágs Kommunu, Virkin Vágur, farið av bakkastokki fyri fimtu ferð. Átakið, sum er fyriskipað í samstarvi við fyritøkur, feløg og einstaklingar í Vági, varar allan mánaðin.

Grundarsteinurin í Virkin Vágur er ABC boðskapurin fyri sálarliga heilsu hjá Heilsustýrinum. ABC leggur upp til, at ein er virkin, saman og hugbundin.

Tað var í 2021 at Vágs Kommuna skipaði fyri fyrstu ferð fyri heilsuátakinum. Virkin Vágur í ár fylgir sama leist, sum undanfarin ár. Byrjað verður 1. februar og hildið verður á til 28. februar.

Hesar dagarnar verður nógv á skrá í Vági. M.a. verður skipað fyri gongutúrum, bæði í bygdini og fjallatúrar, og søgutúrum við frásøgufólki. Føroyskur dansur er eisini á skrá, eins og rógving, svimjing og mangt annað. Sum nakað nýtt, bjóðar Tabletop Suðuroy inn til familjukvøld, har foreldur og børn kunna koma at spæla tey spølini, sum Tabletop eigur inni, ella man kann hava egið spæl við. Felags matarkvøld, sum Vágs Kommuna setti á breddan í fjør, verður síðst í februar.

Heilsumiðstøðin bjóðar eisini mátingar, so ein kann fáa eitt byrjunarpunkt í sambandi við Virkin Vágur, soleiðis at ein kann gera somu mátingar aftur, tá Virkin Vágur er liðugt.

Eisini verða ymiskar kappingar, har høvuðsvinningurin er eitt droymandi vikuskifti fyri tvey á Hotel Brandan. Høvuðsvinningin og vikuvinningarnar kunnu øll vinna, um tey deila myndir á Facebook og skriva #virkinvágur2025. Fólk eru vælkomin eisini at skriva #abcfyrisálarligaheilsu.

Skráin fyri Virkin Vágur sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder