Innanlands

Vísa samhuga við Ukraina

Samhugi verður vístur í føroyska høvuðsstaðnum

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-02-26 00:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kring heimin seta høvuðsstaðir ljós á stórar bygningar við ukrainska flagginum, sum tekin um samhuga við ukrainska fólkið. Nú høvuðsstaðurin í Ukraina er undir álopi vísa vit eisini samhuga í føroyska høvuðsstaðnum.

Á Ráðhúsinum er ukrainska flaggið vundið í húnar hátt, ljósprýtt er blátt og gult ímillum Trappuna og Ráðhúsið, og samstundis eru fleiri samhugatiltøk í kirkjunum í høvuðsstaðnum.

Seinnapartin lótu dyrnar upp í Hoyvíkar kirkju til eina stilla løtu við kvirru, sálmasangi og við bøn um frið. Prestarnir eru til staðar.

Leygarkvøldið er Havnar kirkja opin frá kl 19 til á midnátt, har kvøldbøn verður fyri friði. Hesa løtuna leygarkvøldið eru fólk vælkomin at sita eina løtu, tendra eitt ljós fyri friði og lurta eftir urgutónleiki.

Biskupur, próstur og prestar skipa fyri andakt og sálmasangi í Havnar kirkju bæði klokkan 20, 21, 22 og klokkan 23.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder