Innanlands

Vísindalig grein um burðardygga ferðavinna í Føroyum

Marina Leban Jacobsen, adjunktur í marknaðarføring á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur saman við øðrum givið út vísindaliga grein um burðardygga ferðavinnu í Føroyum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-04-03 14:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Greinin, sum eitur "Mindful luxury: A case of the Faroe Islands", er útgivin í vísindaliga tíðarritinum, Tourism Management. Hon byggir á eina granskingarverkætlan við støði í føroyskari ferðavinnu og vísir á, at tá ið ferðafólk fáa marglætisupplivingar í Føroyum, tykjast tey at vera meiri tilvitað um framíhjárættin at ferðast í Føroyum og fara tí betur um í náttúruni og í samfelagnum sum heild.

Í greinini verður komið inn á eina hugburðsbroyting, ið ferðafólk í Føroyum vístu í sambandi við marglætisferðir.

Vanliga verða ferðastøð fyri marglætisferðavinnu sett í samband við hvíld og møguleikar at verða borin á lógvum, men í Føroyum sást eitt vaksandi atlit at upplivingum, ið raðfesta náttúru, mentan og autentisk sambond við støð og fólk.

Granskingin vísir á eina gongd frá eini siðbundnari fatan av marglæti til økt fyrilit fyri autentiskum upplivingum. Hesar upplivingar snúgva seg um at hugsavna seg og at vera í nú-inum. Granskararnir funnu fýra serstakar medferðir, sum ferðafólk í Føroyum høvdu, og sum broyta, hvussu vit skilja marglætisferðir:

1: Fyrireiking: Ferðafólk kunna seg væl um Føroyar frammanundan og fáa tískil stóra vitan um og virðing fyri mentan, søgu og einstøku ferðamálunum í landinum.

2: Njótilsi: Aftrat at smakka matin verður øll máltíðin sansað sum ein samlað uppliving, og eitt meiri autentiskt samband verður við staðið og mentanina.

3: Endurfinna sjálvan seg: Ferðafólkini fingu eitt bil uttan fyri býarlívið, og tey fingu aftur samband við náttúru, søgu og sjálvan seg, sum eggjar til hugsavnan og eina tilvitsku um marglæti, sum ikki er materiell.

4: Avbyrgja seg: Eitt fjarskotið ferðamál sum Føroyar gevur ferðafólki møguleika at uppliva einsemi og at vinna aftur nærumhvørvið sítt, og hetta fremur eina kenslu av at vera serstakur einstaklingur.

Týdningurin fyri burðadyggari ferðing

Í síni heild gevur hendan gransking eitt íkast til kjakið í Føroyum um skipan av ferðavinnu.

Granskingin vísir, at tá ið ferðafólk fáa marglætisupplivingar í Føroyum, tykjast tey at vera meiri tilvitað um framíhjárættin at ferðast í Føroyum og fara tí betur um í náttúruni og í samfelagnum sum heild.

Um ferðastøð raðfesta tilboð síni til tess at stimbra undir marglætisupplivingar, kunnu tey ávirka atburðin hjá ferðafólki til tess at fremja tilvit um størri burðardygd.

Greinin kann lesast her.

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder