Innanlands

Vísindanevndin hjá NAMMCO á fundi í Føroyum

Í gjár byrjaði ársfundurin hjá vísindanevndini hjá NAMMCO í Havn. Á fundinum, sum varar til fríggjadagin, fer nevndin m.a. at umrøða støðuna hjá havsúgdjórum í NAMMCO-økinum.

Savnsmynd (Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

Savnsmynd (Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

2019-10-30 19:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum hevur vísindanevndin hjá NAMMCO (North Atlantic Marine Mammal Commission), fund í Føroyum.

26. ársfundurin hjá nevndini byrjaði í Havn í gjár, 29. oktober, og fundurin varar til fríggjadagin, 1. november.

Á fundinum eru náttúruvísindafólk úr øllum limalondunum - Ísland, Grønland, Noreg og Føroyar. Eygleiðarar úr Japan eru eisini við.

Á fundinum fer nevndin m.a. at umrøða støðuna hjá havsúgdjórum í NAMMCO-økinum.

Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Tjóðsavninum, er formaður í nevndini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder