Vísindavøkan fer nú aftur á ferð kring landið.
Talan verður um fimm tiltøk - í Runavík, Klaksvík, Sørvági, á Sandi og í Vági - í tíðarskeiðinum 16. til 23. september. Tiltøkini eru almenn og ókeypis.
Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum.
Fyrsta tiltakið verður í kvøld, mánakvøldið 16. september klokkan 19 á Bókasavninum við Løkin.
Skráin fyri tiltakið:
Russland, Nato og kríggið í Ukraina
Hans Andrias Sølvará, Fróðskaparsetrið
The Economic Impact of Increasing Salmon Size in the Faroe Islands
Zvonko Mrdalo, Fróðskaparsetrið
Tvær konur sum doyðu í barsilssong
Jákup Reinert Hansen, Fróðskaparsetrið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald