Mentan

Vísindavøka á ferð byrjar á Klaksvíkar Bókasavni

Í tíðarskeiðnum 11. til 20. september verður skipað fyri tilsamans fimm tiltøkum kring landið, har granskarar frá ymsum stovnum fara at hava framløgu

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-09-11 12:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vísindavøka á ferð verður í ár í tíðarskeiðnum 11. til 20. september. Á skránni eru tilsamans fimm tiltøk, og tað fyrsta verður í kvøld.

Vísindavøkan á ferð byrjar á Klaksvíkar Bókasavni klokkan 19.  Á skránni verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum granskingarstovnum:

  • Hjálmar Hátún frá Havstovuni fer at tosa um El Niño og føroyskt havklima.
  • Kirstin Eliasen frá Fiskaaling fer at tosa um Sjósíl í Føroyum.
  • Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhus frá Tjóðsavninum fer ar tosa um Grevsturin við Borðoyarvík

Hini tiltøkini verða í Runavík, Sørvági, á Sandi og í Vági. Á hvørjum tiltaki verða tvær ella tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum og øðrum frá ymsum stovnunum.

Skráin fyri Vísindavøkuna á ferð sæst her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder