2022-09-19 10:19

Í kvøld kl. 19 verður Vísindavøka á ferð á miðnámsskúlanum í Hovi. Har vera tríggjar framløgur, hvør umleið 20 min.
Tær eru:
- Arbeiðsháttir innan fornfrøði – fyrr og nú: Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, Tjóðsavnið
- Keyp og søla av orku - frá monopoli til marknað: Sigurð í Jákupsstovu, Umhvørvisstovan
- Broytingar í heilsustøðuni hjá eldri føroyingum: Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu
Somu framløgur vera fyri teimum lesandi á skúlanum frá kl. 13.35.
Vísindavøka á ferð kring landið
Í ár hevur Vísindavøkan verið á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 12. til 19. september. Talan er um fimm tiltøk, í Havn, í Klaksvík, í Sørvági, á Sandi, og í Hovi. Hesi eru øll skipað eftir sama leisti.
Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum.
Ársins Vísindavøka verður í Løkshøll fríggjadagin 23. september.
Granskingarráðið


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald