Innanlands

Vísindavøka á ferð í Klaksvík

Tríggir stuttir fyrilestrar um orkuskipan, umsiting av fiskastovnum og um makrelegg verða at hoyra í kvøld

2022-09-13 09:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld kl. 19 verður Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavni.

Her vera tríggjar framløgur, hvør umleið 20 minuttir:

Føroyska orkuskipanin broytir skap: Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan

Umsiting av pelagiskum fiskastovnum í landnyrðings-Atlantshavi eftir Brexit: Zvonko Mrdalo, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Hvat kunnu makrelegg brúkast til?: Sólvá Káradóttir Eliasen, Havstovan

Vísindavøka á ferð kring landið

Í ár verður Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 12. til 19. september. Talan er um fimm tiltøk, í Havn, í Klaksvík, í Sørvági, á Sandi, og í Hovi. Hesi verða øll skipað eftir sama leisti.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum. 

Skráin sæst á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder