Vísindavøka á ferð var á skránni í heyst. Har vóru ymiskir granskarar at hoyra í ymiskum støðum kring landið.
Tað eina tiltakið var útsett. Hetta var tað í Suðuroy, sum varð útsett vegna veður. Heimasíðan hjá Granskingarráðnum skrivar, at tað nú er sett á skrá aftur.
- Mikudagin 6 mars verða tvey tiltøk. Kl. 12.00 á Miðnámsskúlanum í Hovi og kl. 19 í Miðlatúni í Vági. Á skránni verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum:
Helgi Winther Olsen fer at tosa um granskingargrundað rørsluátak í fólkaskúlanum í Suðuroy.
Síðani fer Bárður Joensen at leggja fram um alduorka í Føroyum. Til seinast fer Turið Jacobsen at tosa um eina kanning um, hvussu føroyingar, sum hava hjálpartól, uppliva hjálpartólatænastuna
Øll eru á ymsan hátt tilknýtt til Fróðskaparsetrið. Heimasíðan gransking.fo skrivar, at tiltøkini í Hovi og í Vági 6. mars eru almenn og ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald