Í morgin, mikudagin 6 mars fer Vísindavøka á ferð í Suðuroy.
Talan er um tiltakið, sim skuldi havt verið síðsta heyst, men sum varð útsett vegna veður.
Tað verða tvey tiltøk, Tað fyrra byrjar klokkan 12 á Miðnámsskúlanum í Suðuroy og tað seinna klokkan 19 í Miðlatúni í Vági.
Á skránni verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør. Framløgurnar verða hesar:
Granskingargrundað rørsluátak í fólkaskúlanum í Suðuroy
Helgi Winther Olsen, Fróðskaparsetrið
Alduorka í Føroyum
Bárður Joensen, Fróðskaparsetrið
Ein kanning um, hvussu føroyingar, sum hava hjálpartól, uppliva hjálpartólatænastuna
Turið Jacobsen, gestagranskari, Fróðskaparsetrið
Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.
Granskingarráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald