Vísindavøkan fer aftur á ferð í ár. Talan verður um fýra tiltøk kring landið, sum eru skipað eftir sama leisti.
Tiltøkini verða á Sørvágs Bókasavni 9. september, á Bókasavninum við Løkin í Runavík 11. september, Klaksvíkar Bókasavni 12. september og í Skúlanum í Trongisvági 17. september; allastaðni klokkan 19.
Á hvørjum tiltaki verða tríggjar styttri framløgur við granskarum frá ymsu stovnunum kring landið. Ein steðgur verður við kaffi. Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so møguleiki er at fara til fýra ymisk tiltøk, skrivar heimasíðan hjá Granskingarráðnum.
Skráin fyri ymsu tiltøkini sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald