Innanlands

Vísindavøkan 2021 verður 24. september

Evnið á ársins vísindavøku er gransking og falskunning

Vísindavøka verður í Sjóvinnuhúsinum 24. september (Savnsmynd)

Vísindavøka verður í Sjóvinnuhúsinum 24. september (Savnsmynd)

2021-06-27 09:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ársins vísindavøka verður á skránni í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 24. september, og evnið er gransking og falskunning, skrivar Granskingarráðið á heimasíðuna.

– Evnið er sera aktuelt, tí fleiri og fleiri dømir eru um, at fólk heldur trúgva ógrundaðum pástandum heldur enn próvgrundaðari gransking. Sosialu miðlarnir gera tað sera lætt at seta fram meira ella minni villar pástandir, sum spjaða seg við rúkandi ferð og eru sera truplir at mana aftur í jørðina. Hetta hevur verið sera sjónligt í koronutíðini.

Á vísindavøkuni eru m.a. framløgur og tiltøk í Kongshøll og uttanfyri. Kapping um bestu snarrøðuna verður hildin, og ársins miðlaheiðursløn verður eisini handað.

Umframt hetta fer vísindavøkan eisini á ferð kring landið við framløgum, og eisini verður eitt Vísindavøkublað givið út miðskeiðis í september. Meira verður at frætta um skránna í august mánaða, skrivar Granskingarráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder