Innanlands

Vísindavøkan fer á ferð aftur í september

Tríggjar framløgur á hvørjum staði. Tað eru Runavík, Klaksvík, Sørvágur, Sandur og Vágur, sum verða karmur um Vísindavøkuna á ferð

2024-08-28 12:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vísindavøkan fer aftur á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 16. til 23. september.
Hetta skrivar Granskingarráðið á heimasíðu sínari.

Talan verður um fimm tiltøk. Tey vera í Runavík, Klaksvík, Sørvági, á Sandi og í Vági.

Teðy verða øll skipað eftir sama leisti - og eftir sama leisti sum áður.

- Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum og øðrum frá ymsum stovnunum.

Øll skráin sæst niðanfyri:

Bókasavnið við Løkin mánakvøldið 16. september kl. 19
Russland, Nato og kríggið í Ukraina
Hans Andrias Sølvará, Fróðskaparsetrið 

The Economic Impact of Increasing Salmon Size in the Faroe Islands
Zvonko Mrdalo, Fróðskaparsetrið 

Tvær konur sum doyðu í barsilssong
Jákup Reinert Hansen, Fróðskaparsetrið

Klaksvíkar Bókasavn týskvøldið 17. september kl. 19
Hvussu javnstøðulógin varð til í Føroyum: Ein greining av kjakinum
Erika Anne Hayfield, Fróðskaparsetrið

Orkugoymslur
Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan

Vitlíki til Tala-Til-Tekst máltøkni til føroyskt
Dávid í Lág, Fróðskaparsetrið

Sørvágs Bókasavn mikukvøldið 18. september kl. 19
Ættarbandsskráin og framburðurin av ó í Tórshavn og Vágum
Hjalmar P. Petersen, Fróðskaparsetrið 

Føroyskar fjarðaprosessir – samband millum føroyskar firðir og landgrunnin kannað við FarCoast
Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Firum

Hvar endar lorturin? - betri umhvørvisráðlegging við botnfalsmyndlan
Birgitta Andreasen, Firum

Sands Bókasavn hóskvøldið 19. september kl. 19
Skúgvurin í Føroyum
Sjúrður Hammer, Umhvørvisstovan 

Hvussu ávirkar havið skýggini?
Sigurd Christiansen, Fróðskaparsetrið

Dátuvísindi: Landnám Føroya birtist í arvastreingi føroyinga
Hannes Gislason, Fróðskaparsetrið

Miðlatún í Vági mánakvøldið 23. september kl. 19
Kanningar av sjósílum í Føroyum
Kirstin Eliasen, Firum

Grønt orkuskifti og fossilir hugsanarhættir
Ragnheiður Bogadóttir, Fróðskaparsetrið

Hvønn leiklut spælir málið, tá umræður at lata dyr upp til føroyska arbeiðsmarknaðin?
Elisabeth Holm, Fróðskaparsetrið 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder