Vísindavøkan hjá Granskingarráðnum er á ferð kring landið. Talan er um samanlagt fimm tiltøk í tíðarskeiðinum frá 16. til 23. september.
Byrjað varð við Løkin mánakvøldið, og á bókasavninum í Klaksvík í gjár vóru eisini framløgur.
Á hvørjum tiltaki er tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum.
Heimasíðan gransking. fo skrivar, at í kvøld mikukvøldið 18. september klokkan 19, verður vitjað á Sørvágs Bókasavni.
Skrá
Ættarbandsskráin og framburðurin av ó í Tórshavn og Vágum
Hjalmar P. Petersen, Fróðskaparsetrið
Føroyskar fjarðaprosessir – samband millum føroyskar firðir og landgrunnin kannað við FarCoast
Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Firum
Hvar endar lorturin? - betri umhvørvisráðlegging við botnfalsmyndlan
Birgitta Andreasen, Firum
Í morgin, hósdagin klokkan 19, verður Vísindavøkan á bókasavninum á Sandi. Endað verður mánadagin í Vági.
Tiltøkini eru øll almenn. Vísindavøkan hevur eisini verið á miðnámsskúlum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald