2020-10-26 12:48

Hví er tað so heitt í Føroyum? Hetta og annað ber til at hoyra um á Bókasavninum við Løkin í kvøld. Tá verður fyrsta tiltakið av fýra við Vísindavøkuni á ferð .
Tær tríggjar framløgurnar við Løkin í kvøld eru hesar:
Gunnvør á Norði frá Fiskaaling: Kann kræklingur minka um dálking, sum stavar frá alingini?
Bogi Hansen, Havstovan: Hví er tað so heitt í Føroyum?
Lis Mortensen, Jarðfeingi: Jarðvísindalig miðling og korona
Hvør framløga er 20-25 minuttir. Tiltakið er alment og ókeypis. Tað er ikki neyðugt við tilmelding til tiltakið. Heitt verður á fólk um at halda seg til almennu koronutilmælini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald