Mentan

Vísir unnustuna fram á reyðu langmottuni

Karl Weihe er blivin forelskaður síðan hann luttók í Paradise Hotel í vár

Forelskaða parið, Pernille og Karl (Mynd: Karl Weihe / Instagram)

Forelskaða parið, Pernille og Karl (Mynd: Karl Weihe / Instagram)

2025-12-18 19:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Karl Weihe hevur fingið damu. Tað skrivaði Se og Hør í síðstu viku og týsdagin vísti sandavágsmaðurin sín kærleika fram.

Hetta gjørdi hann til frumsýningina av nýggja umfarinum av Paradise Hotel, sum hann luttekur í.

[object Object](Mynd: Viaplay)

Unnusta Karl Weihe eitur Pernille og tey møttust á Crazy Daisy í Næstved. Pernille er 23 ára gomul og er úr Næstved. Tey komu saman eftir, at annars kvinnuglaði sjarmørurin kom aftur úr Mexico, har Paradise Hotel verður tikið upp.

- Eg elski alt við henni. Hon er so fitt og tað er veruliga dreymakvinnan. Eg helt ikki, at eg fór at finna eina damu, men tá hon brádliga kom undan kavi, var kærleikin har, segði 26 ára gamli Karl Weihe við Se og Hør til frumsýningina.

Unga parið hevur verið saman í fýra mánaðar, og njóta í hesum døgum kærleikan í Føroyum.

Paradise Hotel verður tøkt á Viaplay frá 1. januar. Bæði Karl Weihe úr Sandavági og Teresa Ovenberg úr Havn luttaka.

Les eisini: Teresa og Karl við í Paradise

Les eisini: Teresa og Karl á deyt

[object Object]Teresa Ovenberg úr Havn er ein av luttakarunum í Paradise Hotel sum byrjar 1. januar (Mynd: Viaplay)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder