Innanlands

Visit Runavík sett Lív Reynheim sum samskipara

Lív hevur royndir frá ymiskum verkætlanararbeiði, hevur seinastu tíðina starvast á Føroya Fólkaháskúla og byrjar í starvinum í Runavík, sum 19 umsóknir vóru til, sum sum 19 umsóknir vóru til, 1. februar

2022-01-25 15:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Visit Runavík hevur sett samskipara. Hesum boða felagið og Runavíkar kommuna frá í dag.

Talan er um 34-ára gomu Lív Reynheim úr Tórshavn.

- Lív hevur fjølbroyttar royndir frá ymiskum verkætlanararbeiði, bæði sum verkætlanarleiðari og samskipari. Hon hevur eisini royndir sum skrivstovu – og miðlafólk.

Seinastu tíðina hevur Lív starvast á Føroya Fólkaháskúla. Hon byrjar í nýggja starvinum 1. februar.

19 umsóknir vóru til hettaa starvið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder