Innanlands

Visit Tórshavn fær nýggja heimasíðu og nýggjan visuellan samleika

Teir fýra lutirnir vitin, grótlaðingin, aldurnar og umfavnandi mentanin renna saman í litríka búmerkinum

2024-10-08 16:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vit hava ment nýggju heimasíðuna og nýggja samleikan í samstarv við vevsniðgevafyritøkuna Lunnar og tekstahøvundafyritøkuna Blablabla

Teir fýra lutirnir vitin, grótlaðingin, aldurnar og umfavnandi mentanin renna saman í okkara nýggja litríka búmerki. Vitin, ið við tryggum fótafesti er ein leiðvísi í øllum veðri, ímyndar okkara leiklut sum ein nútímans høvuðsstaður, ið gongur á odda og vísir veg. Undir vitanum er laðaður grótgarður; ið vísir á søgu og fornminni. Aldurnar, ið dansa móti landi, fáa okkum at kenna okkum heima og minna okkum á, at vit eru mitt í verðini. Ringurin umboðar tað, ið skapar heildina – umfavnan, umboðan og mentan.

Vit eru til bæði fyri íbúgvar og ferðandi, og tí hava vit sjálvsagt tvey nýggj slagorð; eitt á føroyskum og eitt á enskum. Við føroyska slagorðinum ‘Mitt í verðini’ ynskja vit at leggja dent á okkara serstøku staðseting – bæði landafrøðiliga og mentanarliga. Havnin er miðdepil fyri føroyingar, sum hava savnast í høvuðsstaðnum líka frá víkingatíð. Tiltøkini og upplivingarnar her eru so hugfangandi, at vit gloyma tíð og stað. Og júst hetta ger bý okkara til eitt áhugavert stað at búgva í og vitja. Tá er ein mitt í verðini.

Enska slagorðið ‘The City of Moments’, ið er málrættað útlendskum ferðafólki, lýsir so greitt tað at vera í nú’inum og at njóta løtuna. Hugsa bara hvussu skiftandi tað føroyska veðurlagið er – sól, regn, ælabogi og pollamjørki – kanska alt á einum degi. Okkara ferðandi vilja uppliva tað ektaða, tey vilja vera til í løtuni. Tí leita tey sær til Føroya. Tað eru jú løturnar, sum skapa minnini!

Vit vilja vísa á, at Tórshavnar Kommuna er ein kommuna, ið titrar árið runt. Tí hava vit eisini gjørt samstarv við Tíman, soleiðis at tiltøkini á Tímanum eisini eru at finna á okkara heimasíðu.

Vit bjóða øllum at leita sær inn á heimasíðuna, sum bæði er brúkaravinarlig og á tremur við íblástri: www.visittorshavn.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder