Uttanlands

Vísti seg alment fyri fyrstu ferð síðan álopið

Í gjár helt slovakiski forsætisráðharrin, Robert Fico røðu á almennum tiltaki

(Mynd: AP)

(Mynd: AP)

2024-07-06 15:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vísti slovakiski forsætisráðharrin, Robert Fico seg alment fyri fyrstu ferð, síðan hann í mai varð skotin.

Fico helt røðu í sambandi við halgidagshaldi í Slovakia. Har segði hann m.a., at hann fegin hevði viljað farið við ungarska forsætisráðharranum, Viktor Orbán á vitjan til Moskva tann dagin, um heilsustøðu hansara hevði loyvt tí.

Bæði Ungarn og Slovakia verða mett at vera nærmastu sameindu hjá Russlandi í ES, og hava londini noktað at lata ukrainum hernaðarstuðul.

Slovakiski forsætisráðharrin stóð uppi og talaði, og hann sá út til at hava tapt seg, skrivar tíðindastovan Reuters.

Álopið á Fico verður kannað sum yvirgangsálop, upplýsti slovakiski ákærumyndugleikin í vikuni. Fico væntast skjótt at kunna fara partvíst aftur til arbeiðis, skrivar Ritzau.

Tað var 15. mai, at slovakiski forsætisráðharrin varð raktur av fýra skotum, tá hann heilsaði uppá veljarar í býnum Handlova. Eftir álopið fekk hann fleiri skurðviðgerðir.

Tann, sum verður hildin at vera gerningsmaðurin, er ein 71 ára gamal fyrrverandi trygdarvørður. Maðurin hevur sagt, at hann ynskti at skaða men ikki at drepa forsætisráðharran. Honum dámdi ikki politikkin hjá Fico. Hann var m.a. ósamdur í avgerðini um ikki at lata Ukraina hernaðarstuðul undir krígnum móti Russlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder