Uttanlands

Vísti seg alment fyri fyrstu ferð síðani kongurin fekk staðfest krabba

Charles kongur var í dag til páskagudstænastu

Camilla drotning og Charles kongur (Mynd: EPA)

Camilla drotning og Charles kongur (Mynd: EPA)

2024-03-31 18:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bretski Charles kongur heilsaði í dag uppá nøkur av teimum, sum vóru møtt upp eftir páskagudstænastu á slotskapellinum á Windsor slottinum.

Hetta er fyrstu ferð at kongurin vísir seg til størri tiltøk síðan hann fekk staðfest krabbamein, skrivar BBC.

Tað mundi koma óvart á fleiri í mannamúgvuni, at 75 ára gamli kongurin heilsaði og tók í hondina á fleiri.

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object](Mynd: EPA)

Nógv ynsktu Charles kongi gleðiligar páskir og góðan bata.

William prinsur og Kate prinsessa vóru ikki til staðar. Kate prinsessa er enn í viðgerð fyri krabbamein.

Les eisini: Bretska Kate prinsessa fingið staðfest krabbamein

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder