Í kvøld var finalan í altjóða Eurovision sangkappingini hildin í Tel Aviv í Ísrael, har bólkurin Hatari umboðaði Ísland við sanginum "Hatrið mun sigra".
Bólkurin hevur vakt ans ikki bara við framførslu teirra men eisini við sínum politisku útsøgnum. Tey hava nevniliga ongantíð fjalt, at tey ikki stuðlaðu ætlanini um at skipa fyri Eurovision sangkappingini á ísraelskari jørð.
Í kvøld vakti tað ans, tá limirnir í bólkinum vístu palestinsk fløgg í beinleiðis sendingini, tá tey fingu stig.
Sambært fyriskiparunum kann hetta fáa avleiðingar fyri Ísland, skriva bretskir miðlar.
Men Hatari vóru ikki tey einastu, ið vístu palestinska flaggið í kvøld.
Heimskenda songkvinnan, Madonna, framførdi eisini, áðrenn stigini skuldu avdúkast, og undir framførsluni, vístu dansarar á pallinum bæði tað ísraelska og palestinska flaggið.
Hesin parturin av framførsluni var ikki góðkendur av fyriskiparunum, siga umboðsfólk hjá Eurovision Song Contest.
- Eurovision Song Contest er ikki eitt politiskt tiltak, og hetta hevði Madonna fingið at vita, siga fyriskiparar.
Les eisini: Stórfavoritturin vann Eurovision
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald