
- Í Degi og Viku í kvøld, vísti landslæknin á týdningin av, at økt verður um kapasitetin at pota innlendis, nú Omikron av álvara er farin at gera um seg. Men, sum er, hevur sjúkrahúsverkið ikki starvsfólkaorkuna til at økja um potingarkapasitetin. Men starvsfólkaorkuna hava vit.
Soleiðis byrjar Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, eitt tíðindaskriv, ið varð sent miðlunum í gjárkvøldið.
Har skrivar borgarstjórin víðari um, at tey í kommununi - eftir fleiri fánýtis áheitanir á hægri myndugleikar - tóku sakina í egnar hendur, og saman við Sørvágs kommunu og við leiðbeining frá sjúkrahúsverkinum, gjørdu egna lokalu potingarstøð í Vágum.
- Í Vágum eru vit so vælsignaði, at vit eiga nógv dugnalig fólk, eisini við royndum á økinum, og tí kundu vit eftir lítlari løtu fara í gongd. Men fíggjarligu ábyrgdina av potingini, hava Sørvágs kommuna og Vága kommuna borðið einsamallar. Sum er, pota vit 2 til 3 ferðir um vikuna, onkuntíð 4 ferðir.
Landslæknin eftirlýsti í gjárkvøldið, at styrkt varð um kanningarstyrkina innanlands. Borgarstjórin í Vága kommunu - her saman við drotningini og løgmanni - hevur síðani svarað (Mynd: Ólavur Frederiksen)
Bjarni Prior vísur á stóra innsatsin hjá toyminum, sum hevur gjørt umleið 7600 potingar, eisini hevur verið í Sundalagnum, skúlum og barnagørðum, og sum sambært honum hevur verið við til at syrgt fyri, at hildið smittuspjaðingini niðri, samfelagnum í gongd og samstundis spart landinum fyri útreiðslum. Og tað er júst peningur, ið kann gera, at toymi í Vágunum kann verða við til at økja um samlaða "potingarkapasitetin"
-- Vit vilja vísa á, at um heitt verður á okkum um at lata upp fyri at pota borgarar úr øllum landinum, so kunnu vit uppá onga tíð vera til reiðar við okkara dugnaliga toymi, allar dagar í vikuni, um tørvur er á tí – um landið vil gjalda fyri tað her vesturi eisini.
Í løtuni er Vágoyggjin við lægsta smittuprosentunum í landinum. Nakað sum skrivið á vaga.fo eisini vísir á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald