Innanlands

Vit missa ein tíma í nátt

Klokkan eitt í nátt verður skift yvir til summartíð

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-03-26 11:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú vit eru komin til seinasta vikuskifti í mars, er tað aftur tíð til at flyta klokkuna yvir til summartíð.

Summartíð hevur verið brúkt í Føroyum síðan 1980, og síðan 1996 hava føroyingar á hvørjum ári flutt klokkuna fram seinasta sunnudag í mars, og flutt klokkuna aftur seinasta sunnudag í oktober, samstundis sum ES-londini.

Seinasti sunnudagur í mars er í morgin, og merkir hetta, at klokkan eitt í nátt skal klokkan flytast ein tíma fram, og missa vit sostatt ein tíma í nátt.

Summartíðin er galdandi til seinasta sunnudag í oktober, tá klokkan aftur verður flutt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder