Innanlands

Vit skulu burturúr hesum

Nýggjársynskið hjá landsstýrismanninum í heilsumálum er, at vit í Føroyum skulu gera tað so rætt, at vit vera fyrsta land í heiminum at avlýsa alla koronutilbúgving

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-02 22:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit mugu fyrihalda okkum til ein enda á koronu. So bersøgin er Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, á Facebook um vikuskiftið.

- Eg tími ikki at brúka mína tíð uppá at óttast ein ella annan nýggjan virusvariant sum øll gita er ræðuligur. Eg vil hava fakta. Fakta, sum nú er staðfest við sjey tumma seymi er, at Omikron er minni vandamikil enn fyrr var stúrt fyri, so nú kann eg gleðast, uttan nakrantíð at hava óttast hesum vælsignaða varianti, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen.

- Hann smittar sera lætt, men tú gerst - undir vanligum umstøðum - altso ikki serliga sjúkur av honum.

Landsstýrismaðurin heldur, at vit nú eiga at fyri halda okkum til, at hetta skal enda einaferð.

- Mítt nýggjársynskið er, at vit gera tað so rætt, at vit verða fyrsta land í heiminum sum avlýsa alla koronutilbúgving. Sjálvandi skal tað gerast við skili, og saman við heilsumynduleikanum, men vit eru altso noydd til at fyrihalda okkum til eina exit fyri land og fólk, sigur landsstýrismaðurin.

Kaj Leo Holm Johannesen leggur afturat, at vit skulu syrgja fyri at sjúkrahúsverk og ellisheim verða vard og ikki koma undir trýst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder