Halda vit áfram við at nýta náttúrutilfeingi eins og vit gera í dag, so fara vit at hava tørv á trimum klótum í 2050. Náttúrutilfeingi er ikki endaleyst, og tað eri ikki haldført áhaldandi at økja framleiðsluna av nýggjum lutum úr nýggjum tilfari, ið eftir stutta tíð verður brent ella tyrvt.
Landsstýriskvinnan við umhvørvismálum, Ingilín Didriksen Strøm, hevur nú sent nýggjar reglur fyri burturkastøkið í hoyring.
Tað nýggja við kunngerðaruppskotinum í mun til galdandi kunngerð er, at tað setur karmarnar fyri einum undirstøðukervi til ringbúskap við meira endurnýtslu og endurvinning av burturkasti frá húsarhaldum og vinnu. Burturkast skal skiljast í størri mun, eisini við hús, og handfarast sambært burturkaststiganum. Tað merkir, at vit fyrst og fremst skulu endurnýta, síðan endurvinna, orkuendurvinna og sum síðsti møguleiki beina burtur. Lutir kunnu einans fara niður í burturkaststiganum, um tað ikki er møguligt ella ráðiligt, sæð í mun til ringbúskap og útlát, at hava teir longri uppi í stiganum.
- Verkfallið fyri nøkrum vikum síðani vísti okkum millum annað, hvussu nógv rusk vit framleiða. Vit mugu skipa karmarnar og seta okkum mál fyri ringbúskapi, samstundis sum vit tryggja eina hugburðsbroyting millum fólk, stovnar og fyritøkur, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna við heimasíðuna hjá umhvørvismálaráðnum.
Uppskotið til nýggja burturkastskunngerð kann síggjast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald