2021-11-06 11:55

Leygarmorgunin 18. september kom eldur í eini hús á Tvøroyri, og hóast serfrøðingar úr Danmark hava kannað eldsbrunan, er enn ikki greitt, hví eldur kom í.
Talan var um ein stóran eld, og húsini fóru illa í eldinum, men eingin fólkaskaði var.
Tað var ikki elútbúnaður, sum var orsøkin til, at eldurin kyknaði, og hevur løgreglan alla tíðina viðgjørt málið sum illgrunasamt, sigur Jaspur Vang, sýslumaður við Kringvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald