placeholder
Uttanlands

Vita hvør eitraði Sergej Skripal

Bretskur miðil sigur seg kenna samleikan hjá eina álopsmanninum

Sergej og Yulia Skripal

Sergej og Yulia Skripal

2018-10-09 13:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sergej Skripal og dóttur hansara Yulia vórðu fyrr í ár funnin lívleys á einum bonki í enska ynum Salisbury. Tey vórðu eitraði við nervaeitrinum Novichok, sum Sovjettsamveldi nýtti undir kalda krígnum. Tey yvirlivdu tó bæði álopið.

Bretski miðilin Bellingcat avdúkaði fyri tíð síðani, at tann eini maðurin, sum royndi at beina fyri fyrrverandi njósnaran Sergej Skripal, arbeiðir fyri russisku fregnartænastuna. Og nú sigur miðil seg hava avdúkað ein annan brotsmann í sakini.

Bellingcat skrivar, at maðurin, sum ferðaðist undir navninum Alexander Petrov í veruleikanum er Alexander Mishkin, sum er hernaðarligur lækni og arbeiðir saman við russisku fregnartænastuni GRU. The Telegraph sigur seg hava funnið fram til tað sama.

39 ára gamli Alexander Mishkin broytti eftirnavn í passinum hann brúkti, tá hann kom til Onglands, men hann broytti hvørki fornavn ella føðingardag.

Mishkin byrjaði hjá GRU í 2010, tá hann las heilivág í Moskva.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder